Mynd: Klaksvíkar kommuna

Klaksvík: Kommunan arbeiðir við útstykking á Fossum

politikkur04-05-2018 - 17:08 - Jóanis Nielsen

Býráðið samtykti í gjárkvøldið at fremja byggibúningararbeiði í samband við útstykkingina á Fossum.

Fólkavøksturin ber í sær stóran eftirspurning á bústaðarmarknaðinum, og tí arbeiðir kommunan í løtuni við at gera nýggj grundstykki tøk á Fossum. Men áðrenn farið verður undir at stykkja út, skal ymiskt byggibúningararbeiði fremjast í økinum, sum samstundis skal betra um ferðslutrygdina. Eitt nú er talan um gongubreytir og ein grótgarð, sum skal stuðla síðuvegnum til nøkur av húsunum Niðan Horn.

Formaðurin í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini, Kristian Eli Zachariasen fegnast um, at trygdarfremjandi arbeiðið Niðan Horn nú verður framt.

- Vit hava longi arbeitt við ætlanini um nýggja býlingin á Fossum, men neyðugt er fyrst at fáa trygdina í ordan Niðan Horn, og tað gleði eg meg til, at vit nú fara í gongd við, sigur Kristian Eli Zachariasen.

GONGUBREYTIR OG GRÓTGARÐUR

Arbeiðið fevnir fyrst og fremst um at gera ein grótgarð at stuðla undir síðuvegnum, sum er atkomuvegur Niðan Horn 20-28, og harumframt at gera gongubreytir frammi við fyrsta partinum av vegnum, har fleiri nýggj sethús eru. Sostatt er talan bæði um trygdarfremjandi arbeiði, sum samstundis fríðkar um økið og ger kringumstøðurnar betri í hesum lutfalsliga nýggja býlinginum.

- Tað hevur alstóran týdning fyri okkum, at arbeiði, sum verður sett í gongd, eisini verður gjørt liðugt og snøgt avgreitt. Í hesum førinum hava bæði grótgarður og gongubreytir latið bíða ivaleysa longi eftir sær, so tað er heilt fantastiskt, at málið nú endaliga er samtykt, sigur Kristian Eli Zachariasen.

Kostnaðurin fyri arbeiðið er uml. 1,3 mió. kr., og arbeiðið er samstundis liður í fyrireikandi arbeiðnum til útstykkingina á Fossum, sum arbeitt hevur verið við alla hesa býráðssetuna. Í fyrstu atløgu fevnir útstykkingin um nakað omanfyri 30 nýggj grundstykkir til sethús, og verkætlanin er løgd soleiðis til rættis, at møguleiki eisini er fyri at útvega fleiri grundstykkir seinni.