Mynd: Hjaltur Poulsen

Klakkur var bestur á Flemish Cap í gjár

Vinna11-01-2017 - 13:30 - Jóanis Albert Nielsen

Á Flemish Cap er nógvur toskur at fáa hjá teimum føroysku skipinum ið eru farin yvir, men fiskurin er ikki líka stórur í ár, sum hann var í fjør, sigur skiparin á Eivind Jan Vang við Jn.fo. Veðrið er gott á Flemish Cap.

Ågot kom á Flemish Cap hósdagin í síðstu viku, teir fingu 12,5 tons í gjár.

Hini føroysku skipini komu á Flemish Cap mánakvøldið.

Hettu fingu tey í gjár.

Klakkur fekk 19 tons

Kambur fekk 17,4 tons

Stapin fekk 16,4 tons

Eivind fekk 13,4 tons

Vágasteinur fekk 4,2 tons.