Klakkur landar í Bay Roberts

Vinna17-01-2018 - 23:55 - Jóanis Albert Nielsen
Fyrrapartin í morgun kom Klakkur inn til Bay Roberts í New Foundlandi, har veiðan av Flemish Cap skal landast. Klakkur hevði 160 tons, sum skuldi landast, og sambært nordlysid.fo so vóru 110 tons landað fyrr í kvøld, og setur Klakkur væntandi kós móti Flemish Cap í nátt aftur.