Klakkur hevur fiskað kvotuna á Flemish Kap

vinna21-08-2019 - 09:15 - Jóanis Nielsen

 Línuskipið Klakkur, sum hevur fiskað á Flemmish Kap, setti mánadagin kós heim, teir hava fiskað kvotuna, ið teir høvdu, Klakkur hevur 300 tons av frystum fiski í lastuni, mest, nú teir koma heim.

Bethuel Johannesen skipari sigur, at hann roknar við, at teir verða heima mánadagin.

Tað hevur gingið væl at fiska, Klakkur fór avstað 19. juli.