Kjartan funnið sær nýtt felag uttanlands

ítróttur21-09-2017 - 16:33 - Jóanis Albert Nielsen

STIF.fo skrivar: Kjartan Johansen hevur undanfarin ár verið ein av berandi kreftunum á besta mansliðið okkara. Kjartan, sum er 21 ára gamal, hevur áður verið uttanlands og roynt eydnuna við hondbóltinum, og nú vóru aftur boð eftir evnaríka strandinginum. Hesa ferð gongur leiðin til Bergen.

- Felagið eitur Fyllingen og liggur í Bergen. Fyllingen er eitt ambitiøst felag, sum bleiv nummar 3 í fjør í bestu norsku deildini og skulu tí spæla EHF Cup í ár.

Eftir eitt væleydnað HM-endaspæl fyri U21-landsliðið í Algeria hava fleiri av føroysku leikarunum funnið sær felag uttanlands. Nógv hondbóltsfólk vóru til staðar, og ein teirra var ítróttarstjórin hjá FyllingenBergen Håndbold, sum legði merki til dygdirnar hjá Kjartani.

- Sportchefurin í felagnum var í Algeria við norska landsliðinum og hevur tá fingið gott eyga á mær. Vit prátaðu í Algeria og avtalaðu um at halda kontakt teir komandi dagarnar, og síðani er tað komið til, at vit hava gjørt eina avtalu til hetta kappingarárið.

At fara til eitt nýtt felag í einum nýggjum landi er ikki bara sum at siga tað. Tó valdi Kjartan, sum í mestan mun fer at kappast um plássið á høgra bakki, at taka av avbjóðingini í einum av bestu hondbóltsfeløgunum í Noregi.

- Eg valdi Fyllingen, tí at tað sær spennandi út, og hetta er nakað man hevur droymt um, síðan man var smádrongur. Mítt persónliga mál er at prógva, at eg klári meg á hesum støðinum og vil sleppa at spæla meg inná liðið.

Vit enda samrøðuna við at spyrja Kjartan, hvat hann heldur um møguleikarnar hjá StÍF hetta kappingarárið. Hann er bjartskygdur - serliga eftir sigurin á Kyndli síðsta vikuskifti.

- StÍF er í holt við eitt spennandi projekt. Teir hava fingið ein góðan venjara inn, og hava longu nú yvirraskað við at vinna á Kyndli, og hvør veit, hvat tað kann røkka til.

Vit ynskja Kjartani bestu eydnu í Fyllingen og gleða okkum at fylgja við gongdini.