Kjarnumál 2: Tíðaravmarkað størv

politikkur04-07-2019 - 11:04 - Jóanis Nielsen

VIDEO: Starvsmannafelagið hevur kosið sær 6 kjarnumál í valárinum 2019. Síggj og hoyr stjórnmálafrøðingin, Regin Berg, sum hevur samskipað verkætlanina, greiða nærri frá kjarnumáli 2: Tíðaravmarkað størv

Dømi eru um, at arbeiðsgevarar heldur enn at seta fólk í fast starv seta fólk í tíðaravmarkað størv. Hetta er ein stór avbjóðing, tí hesar avmarkaðu setanir verða ofta longdar, viðhvørt fleiri ferðir og í fleiri ár. Umframt at eingin uppsagnarfreist er, er talan um ótrygg størv, har starvsfólk helst aftra seg við at gera síni rættindi galdandi og at verða limir í fakfelag. Sostatt fáa starvsfólk í hesi støðu mangan heldur ikki atgongd til ta hjálp, ið fakfeløg kunnu veita teimum.

Starvsmannafelagið heldur, at við lóg eigur at verða sligið púra fast, at fólk í tíðaravmarkaðum størvum hava somu rættindi sum onnur undir setanini. Eisini skal lógin tryggja, at tíðaravmarkað størv ikki vera misnýtt, við at tey verða longd ferð eftir ferð.

Hoyr Regin Berg greiða frá kjarnumáli 2her:

6 kjarnumál

Tey seks kjarnumálini hjá Starvsmannafelagnum í 2019 eru:

1:Stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar

2:Tryggja, at viðurskiftini hjá starvsfólki í tíðaravmarkaðum størvum verða betri vard

3: Tryggja, at viðurskiftini hjá starvsfólki í niðursettari tíð verða betri vard

4: Fáa greiðari mørk millum arbeiðslív og frítíð

5: Hægri politiska raðfesting av førleikamenning og vaksnamannaútbúgving

6: Livikorskanningar, ið varp ljós á støðuna hjá føroyska løntakaranumn

Lesið meira um kjarnaumálini á heimasíðuni hjá Starvsmannafelagnum. Har ber eisini til at síggja hvørja støðu politisku flokkarnir hava til málini. Hygg undir Tema, www.starvsmannafelag.fo