Kinnfelli hevði eitt gott úrslit í fjør

Vinna19-09-2020 - 13:12 - Jóanis Albert Nielsen

Tann 11. desembur í 2018 var ein stórur dagur í Miðvági, tá ið Katrin Jóhanna kom til bygdina, Kinnfelli eigur Katrin Jóhanna. 

Nú er fyrsti rokniskapurin hjá felagnum tøkur og vísir hann eitt flott úrslit og eitt gott yvirskot.

Kinnfelli hevði ein bruttovinning á 30,3 mió. kr. í 2019. Starvsfólkakostnaðurin var 16,6 mió. kr. Úrslitið hjá felagnum var 8,8 mió. kr. áðrenn skatt, og 7,2 mió. kr eftir skatt.

Kinnfelli fekk saman við Snarfrost menningarkvotur í fýra ár, kvoturnar eru 10.400 tons av svartkjafti, 2002 tons av makreli og 1593 tons av sild.

Katrin Jóhanna bleiv keypt fyri 43,5 mió. kr.

Sí myndir: Ein stór mannfjøld heilsaði Katrin Jóhannu vælkomin