KÍF - VÍF er framskundaður til leygardagin

Vinna11-10-2018 - 16:54 - Jóanis Albert Nielsen

KÍF og VÍF skuldu eftir ætlan spæla ein dyst í Okkara-deildini í hondbólti hjá monnum sunnudagin, men liðini eru blivin samd um at flyta dystin til leygardagin klokkan 16.

Dysturin verður fluttur tí at landssdystur í fótbólti er sunnudagin. Vit tað at dysturin verður fluttur kunnu áskoðarar bæði síggja hondbóltsdystin og landsdystin.