KÍF sett flogbóltsvenjara

ítróttur31-07-2019 - 21:40 - Jóanis Albert Nielsen

KÍF hevur gjørt avtalu við danan Lars Engell, sum verður flogbólts venjari í Kollafirði. 

Lars hevur yvir 25 ára roynir sum flogbóltsvenjari. Hann hevur í meira enn 10 ár verið venjari í bestu donsku deildini. Hevur vunnið fleiri bronsir í bestu donsku deildini. Fingið silur í steypakappingini, og bronsu í NCC (Nevza Club Championship). 

Lars hevur eisini verið hjálparvenjari hjá danska A-landsliðnum, og hjá U20. 

So hevur hann eisini undirvíst á Dansk Volleyball Forbunds Divisionstræner uddannelse. 

Umframt at vera venjari hjá KÍF er Lars eisini venjari hjá kvinnulandsliðnum og U19 landsliðnum við gentum hjá Føroyum.

Avtalan er galdandi komandi kappingarár.