KÍF og Team Klaksvík spældu javnt

ítróttur03-03-2021 - 21:53 -

Í kvøld hevur ein dystur verið í Burn-deildini hjá monnum. KÍF hevði vitjan av Team Klaksvík. Fyri Team Klaksvík hevði tað stóran týdning at vinna dystin fyri at vera við í stríðnum um 4. plássið.

Tað var KÍF ið byrjaði dystin betri, og eftir 6. min. var støðan 4-1. Tá ið 14. minuttir vóru leiktir var støðan 9-5, og skuldi tað ganga heilir 8. minuttir áðrenn KÍF fekk mál nummar 10, og var støðan tá 10-12. Hálvleiksstøðan var 13-18 til Team Klaksvík.

Leinki sá út til at tað var Team Klaksvík sum fór avstað við sigrinum. Tá ið 50. minuttir vóru leiktir var støðan 24-29 til gestirnar úr Klaksvík. Dysturin endaði 31-31.

Nicklas Selvig fekk flest mál fyri KÍF, hann fekk 8 mál. Valentino Valentakovic fekk 10 mál fyri Team Klaksvík.