KÍF, Kyndil og VÍF vunnu sínar dystir

ítróttur25-10-2020 - 18:23 - Jóanis Albert Nielsen
Um vikuskiftið hevur fult umfar verið í Burn-deildini hjá monnum í hondbólti.

Leygardagin tók StÍF ímóti VÍF. VÍF vann dystin 29-20, eftir hálvleiksstøðuna 13-9. Toppskjútti fyri StÍF var Pætur Johansen við 8 málum. Fyri VÍF fekk Sjúrður Olsen 7 mál.

Í Havn tók Kyndil ímóti Team Klaksvík. Kyndil vann dystin 27-26, eftir hálvleiksstøðuna 15-14. Toppskjútti fyri Kyndil var Kristoffer Bjørgvin við 9 málum, og fyri Team Klaksvík fekk Vak Stevanovic 7 mál.

Í Kollafirði tók KÍF ímóti Neistanum. KÍF vann dystin 32-28, eftir hálvleiksstøðuna 15-16 til Neistan. Toppskjúttar fyri KÍF vóru Hans Eli Sigurbjørnson, Hørður F. Sigtórsson og Nikolay Bliznon hvør síni 6 mál. Rasmus Søby fekk 14 mál fyri Neistan.