KÍF hevur góðar vónir til kappingina

ítróttur11-09-2017 - 10:28 - Jóanis Albert Nielsen

Landskappingin í hondbólti byrjar aftur komandi vikuskiftið. Vit hava prátað við Teitur Joensen hjá KÍF, og spurt hann hvat teir í KÍF vænta av kappingarárinum sum stendur fyri framman.

Hvussu hava tit í KÍF fyrireikað tykkum til kappingina?

- Tað hevur ikki verið stórur munur á fyrireikingunum í ár í mun til onnur ár. Vit hava vant nógv og hart. Fyri okkum hevur tað verið umráðandi, at formurin í øllum førum er góður nokk, og tad halda vit, at hann er. Sjálvandi man sær tað ikki endaliga fyrrenn kappingin byrjar, men kenslan er góð hesum vidvíkjandi. Annars hava vit eisini spælt fleiri venjingardystir. Úrslitini hava kanska ikki verið av teimum allar bestu, men vit hava havt ymisk fokus ígjøgnum dystirnar, og sum heild hava vit verið væl nøgdir. Vit hava eisini verið á venjingarlegu hetta vikuskiftið, fyri at fáa tey seinastu tingini uppá pláss, so sum heild hevur talan verið um góðar fyrireikingar, sigur Teitur.

Hvussu sær hópurin hjá KÍF út?

- Hópurin er eitt sindur broyttur í mun til í fjør. Vit hava mist báðar danskararnar, sum vóru við í fjør. Harafturat hava vit mist Fríða Weyhe, sum er farin nidur til Danmarkar at spæla, og Tony Weyhe, sum er niðri í lestrarørindum. Andrias Nielsen er skaddur, og verður ikki við teir fyrstu dystirnar.

Vit hava tó eisini fingið onkrar spælarar. Magnus Muller og John Rúnason Nielsen eru komnir úr VÍF. Jaspur við Gard, Suni Johannesen, Kristjan Madsen og Janus Jakobsen eru komnir at spæla aftur, og so hevur Regin Petersen vant eitt sindur.

KÍF hevur eisini fingið nýggjan venjara, venjari í ár er Jóan Pauli Olsen.

Hvønn málsetning hava tit til kappingina?

- Málið hjá okkum er sjálvandi at gera tað so gott sum til ber. Øll lið spæla fyri at vinna, og tað gera vit eisini. Tad er tó torført hjá okkum at siga, akkurát hvar vit fara at enda, tí tá stórar broytingar hava verið á einum liðið, so veit mann ikki heilt, hvar mann flýtur, men nú fáa vit at síggja. Vit hava í øllum førum góðar vónir, sigur Teitur at enda.

Fyrsti dystur hjá KÍF verður móti Neistanum.