Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

KÍ vinnur møguliga uttan at spæla í morgin

ítróttur09-07-2018 - 14:00 - Jóanis Albert Nielsen

Sambært in.fo, so skuldi mótstøðuliðið hjá KÍ í morgin í Europa League koma við SAS seinnapartin í dag, men mjørki ger at SAS avlýsti túrin áðrenn teir nakrantíð fóru úr Keypmannahavn.

Vit á jn.fo hava verið í sambandi við Atlantic Airways, sum íalt hevur 5 fráferðir úr Keypmannahavn til Føroyar í dag. Har verður sagt at tey einki tøkt pláss hava við flogførunum úr Keypmannahavn í dag, og tí kann Zalgiris ið KÍ skal spæla móti ikki koma til Føroyar við Atlantic Airways.

UEFA hevur sett sum krav til dystir, at liðini skulu vera í landinum 24 áðrenn dystarbyrjan, so sigast má at Zalgiris eru komnir í tíðarneyð, og vinnur KÍ tí møguliga uttan at spæla í morign.

Vit hava verið í samband við KÍ, har verður sagt at, enn hava tey eingi onnur boð fingið enn, at dysturin verður í morgin.