Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

KÍ hevur spælt seg víðari í Europa League við 6-1 sigri

ítróttur24-09-2020 - 20:51 - Jóanis Albert Nielsen

KÍ hevur í kvøld spælt seg víðari í Europa League við einum 5-1 sigri á Dinamo Tbilisi.

Deni Pavlovic byrjaði málveitsluna á Tórsvølli, tá ið hann skoraði til 1-0 eftir 22. minuttir, sum eisini var hálvleiksstøðan. 

Patrik Johannesen økti um munin til 2-0 eftir 58. min. Páll Klettskarð skoraði til 3-0 eftir 60. min, og økti hann eisini um leiðsluna eftir 69. min. Pernambuco minkaði um munin til 4-1 eftir 71. min.

Páll skoraði aftur tá ið 73. min. vóru leiktir, og Jonn Johannesen staðfesti sigurin tá ið hann skoraði til 6-1 eftir 85. min.

Sí myndir frá portal.fo her.