
KÍ gjørdi sjálvmál og brendi brotsspark - B68 nærkast Betri-deildini
Vinna07-10-2018 - 19:20 - Jóanis Albert Nielsen
KÍ tók í dag ímóti B68, sum spælir um at spæla seg uppí Betri-deildina í fótbólti.
Tá ið 9. minuttir vóru leiktir gjørdi Andrias á Marknagili sjálvmál, og so var 0-1 til B68. Bert tveir minuttir seinni økti Niklas Joensen um leiðlsuna til 0-2, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Tá ið 61. minuttir vóru leiktir brendi KÍ spælarin Henry Heinesen brotsspark. Eftir 85. minuttir fekk Jóhan Dávur Højgaard hjá B68 reytt kort. KÍ minkaði um munin í 86. minutti. Tá ið Jonn Johannesen minkaði um munin til 1-2, sami maður fekk reytt kort í yvirtíðini.
Støðan er nú tann at ÍF hevur vunnið 1. deild og flyta upp í Betri-deildina. NSÍ og KÍ hava 49 stig, og B68 hevur 48 stig.
Tvey umfør eru eftir at leika í 1. deild.
Niðanfyri er hendingarnar í dystinum sambært FaroeSoccer.
Min. | Hending | Mál | KÍ II | B68 |
---|---|---|---|---|
9' | ![]() | 0-1 | Andrias á Marknagili | |
11' | ![]() | 0-2 | Niklas Joensen | |
16' | ![]() | Aleksandur Jensen | ||
42' | ![]() | Jóhan Dávur Højgaard | ||
43' | ![]() | Andrias á Marknagili | ||
52' | ![]() | Henry Heinesen | ||
61' | ![]() | Henry Heinesen | ||
85' | ![]() | Jóhan Dávur Højgaard | ||
86' | ![]() | 1-2 | Jonn Johannesen | |
91+' | ![]() | Jonn Johannesen | ||
92+' | ![]() | Otto Petersen | ||
94+' | ![]() | Jonn Johannesen |