Katrin Jóhanna krokar í Hetlandi

vinna15-01-2020 - 15:54 - Jóanis Nielsen

 Katrin Jóhanna, sum hevur roynt eftir makreli í ES-sjógvi, eystur úr Hetlandi, er inni í Lerwick í dag tik kontrol, veðrið er vánaligt á hetlandsleiðini, so teir ætla at liggja til fyrrapartin í morgin í Lerwick, tá teir seta kós móti Føroyum.

Katrin Jóhanna hevur 440 tons av makreli, sum teir landa til Vestmanna Seafood og Snarfrost í Miðvági.