Katrin Jóhanna kemur næstan fullfermd á Fuglafjørð

vinna16-04-2019 - 08:15 - Jóanis Nielsen

 Katrin Jóhanna kemur í morgun næstan fullfermd av svartkjafti á Fuglafjørð - umleið 1.600 tons.

Katrinn Jóhanna hevur roynt sunnast í føroyskum sjógvi.

Teir skulu landað til Havsbrún, vit vita ikki nær teir eiga landingartørn, men fleiri skip bíða í løtuni eftir landingartørnni - vit gita - at Katrin Jóhanna skal landa langa fríggjadag.

Ein partur av lastini verður eisini landaður til Snarfrost i Miðvági.