Katrin Jóhanna kemur á Vestmanna sunnukvøldið

30-11-2019 - 11:09 - Jóanis Nielsen

 Katrin Jóhanna, sum hevur fiskað sild í altjóða sjógvi á umleið 69N, setti í gjár kós móti Føroyum, tað er langt at sigla - umleið 400 fj. til Føroyar, teir verða á Vestmanna tíðliga sunnukvøldið.

Teir hava 650 tons av góðari sild, sum skal til Fiskavirkið í Vestmanna og Snarfrost í Miðvági.

Nú er einki føroyskt skip á sildaveiðu.