
Katrin Jóhanna kemur á Vestmanna í kvøld
vinna22-10-2020 - 15:14 - Jóanis Nielsen
Katrin Jóhanna, sum hevur fiskað sild í íslendskum sjógvi, kemur á Vestmanna í kvøld við 1.300 tonsum av góðari sild, sum teir skulu landa í Vestmanna og til Snarfrost.
Árni Krog Dalsgaard skipari sigur, við okkum á JN.fo, at støddin er góð - liggur um 400 gramm.