Katrin Jóhanna hevur sett kós á Fuglafjørð

Vinna30-05-2020 - 16:51 - Jóanis Albert Nielsen
Um 15 tíðina setti Katrin Jóhanna kós á Fuglafjørð. Katrin Jóhanna hevur roynt eftir svartkjafti suður úr Suðuroynni.

Katrin Jóhanna hevur havt góðan fiskiskap seinastu tveir dagarnar, og í gjár fingu teir 400 tons í einum tovi. Katrin Jóhanna hevur henda túrin fingið fiskað 1800 tons av svartkjafti. 

Katrin Jóhanna verður á Fuglafirði í kvøld, og skulu teir landa til Havsbrún.