Katrin Jóhanna er á veg inn

Vinna20-11-2019 - 16:51 - Jóanis Albert Nielsen
Katrin Jóhanna hevur sett kósina á Miðvág. Katrin Jóhanna hevur verið á sildaveiðu í altjóðasjógvi norður úr Føroyum. 

Katrin Jóhanna verður á Miðvági tíðliga í morginárini við 600 tonsum av sild. Søddin á sildini liggur um 380 gramm.

Landa verður til Snarfrost í Miðvági og Vestamanna Seafood.