Nýggjastu


Katrin Jóhanna er á veg inn

Vinna29-10-2020 - 17:11 - Jóanis Albert Nielsen

Katrin Jóhanna, sum hevur verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, setti fyrrapartin kós ímóti Føroyum.

Katrin Jóhanna skal landa til Snarfrost í Miðvági, Vestmanna Seafood og Pelagos í Fuglafirði. Katrin Jóhanna landar fyrst til Pelagos og verður har um 1 tíðina í nátt. Síðani verður siglt á Vestmanna har landa verður til Vestmanna Seafood og Snarfrost.

Katrin Jóhanna hevur henda túrin fiskað 960 tons av sild, og liggur støddin um 385 gramm í miðal.