Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið hópin til EM-undankappingardystirnar móti Malta og Rumenia, sum verða ávikavist 23. og 26. mars - Mynd: Hans Erik Danielsen

Karstin nýggjur í landsliðshópinu

ítróttur11-03-2019 - 23:02 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: Lars Olsen, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hevur úttikið hópin til landsdystirnar móti Malta og Rumenia, sum verða seinni í mánaðinum. Nýggjur í hópinum er málverjin hjá Skála, Karstin Hansen.

Fyrrapartin mánadagin varð skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum. Á tíðindafundinum boðaði Lars Olsen, A-landsliðsvenjari hjá monnum frá, hvørjir spælararnir eru, ið venjarin hevur úttikið til EM-undankappingardystirnar móti Malta og Rumenia.

Tjúgu hava fingið landsliðsboð hesaferð, og av teimum er ein, ið ikki hevur verið partur av A-landsliðnum áður. Talan er um málverjan hjá Skála, Karstin Hansen, sum seinastu tvey árini hevur vart málið hjá U21-landsliðnum.

Hópurin

Gunnar Nielsen, FH (Ísland)

Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn

Karstin Hansen, Skála ÍF

Atli Gregersen, Víkingur

Odmar Færø, Ham Kam (Noreg)

Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)

Magnus Egilsson, HB Tórshavn

Gilli R. Sørensen, SK Brann (Noreg)

Sonni Ragnar Nattestad, FC Fredericia (Danmark)

Heini Vatnsdal, Fremad Amager (Danmark)

Rene Shaki Joensen, Grindavík (Ísland)

Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)

Brandur H. Olsen, FH (Ísland)

Rógvi Baldvinsson, Bryne FK (Noreg)

Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)

Árni Frederiksberg, B36 Tórshavn

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland)

Jákup L. Thomsen, FH (Ísland)

Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík

Leygardagin 23. mars klokkan 17:00 (føroyska tíð) spæla Malta og Føroyar á Ta’ Qali Stadion í Malta, og týsdagin 26. mars klokkan 19:45 (føroyska tíð) spæla Rumenia og Føroyar á Dr. Constantin Radulesco Stadion í Cluj í Rumenia.

Myndir: Hans Erik Danielsen