Karin K var ov stór til Smæruna

Mentan19-02-2020 - 20:00 - Dávur Winter

Tað gjørdist skjótt greitt, at ikki var nóg mikið av stólum í Smæruni, tá ið Jógvan Arge, rithøvundi var á sktá seinnapartin í dag.

Við støði í bókini, “Teir tóku land – 5. bind”, sum hann hevur skrivað, greiddi Jógvan frá ferðini í 1959, tá ið Karin K fór við 10 útróðrarbátum til Eysturgrønlanda at royna fiskieydnuna.

Tað gekk ikki sum væntað. Teir komu inn í ís, sum bátarnir ikki vóru bygdir til, og kend er søgan eisini, tá ið Mathilda mundi verðið tikin av ísinum

Mathilda mundi sokkið

Einaferð mundi konvoyin mist ein bát inni í ísinum, greiðir Jógvan Arge frá. Tað var leirvíksbáturin Mathild. Alexander Sigurðsson greiddi frá: Hetta var ein dagin, teir fiskaðu sunnanfyri Kap Danoynna. Sýnið var ringt, og bátarnir høvdu funnið sær eitt pláss, sum teir hildu vera toluliga ísfrítt, men áðrenn nakran vardi, hevði ísurin tikið saman um teir, og teir vóru innibyrgdir.

Tað eydnaðist teimum flestu bátunum at koma út, men ikki Mathildu. Ísurin skrúvaði saman um hana, og hon mundi farið fyri onki. Men hinir bátanir bóru skjótt at og fóru til hjálpar.

Grunningur og Dragasund vóru 100 metrar frá Mathildu. Menn gingu á ísinum ímillum bátarnar og fingu ein enda tvørtur um ísin. Ein maður fór frá Mathildu við einari kastilínu, og ein maður fór frá Dragasundi og dróg ein enda eftir sær.

Soleiðis fekst samband millum bátarnar. Grunningur og Dragasund høvdu góða maskinu, og teir settu báðir á. Tað eydnaðist at fáa Mathildu út. Stundum varð hon drigin oman á ísinum.

Høvdu menn ikki borið so skjótt at, so fór hon óivað fyri onki. Hetta var eitt roysnisbragd, segði Alexander Sigurðsson, skipari á Karin K.

Gekk ikki eftir vild

Teir høvdu væntað at fiska eini 1200 tons, men fingu undir 200 tons. Árið fyri, í 1958 hevði verið nógvur fiskur og eingin ísur. Tó at menn enn eru sannførdir um, at royndin við Karin K væl kundi borið til, so var hetta so mikið meira skuffandi og miseydnað, at tað ikki bar til í 1959.

Hetta var eisini ein hvøkkur hjá fyritøkuni hjá Kjølbro og gjørdist ein fíggjarligur smeitur hjá fyritøkuni, eins og hjá teimum 140 monnunum, sum við vóru. Teir høvdu ætlað at fiska har yviri til í minsta lagi 15. oktober, men komu á Klaksvík eftir drúgva heimferð fyrst í oktober 1959.

Nakrir av monnunum, sum vóru við undir Eysturgrønlandi vóru við til framløguna, og beyðst tí høvið at taka eina mynd av teimum.