Kári spyr um vegin til Hellurnar og Oyndarfjarðar

Politikkur26-09-2017 - 09:30 - Jóanis Albert Nielsen

Kári P. Højgaard,løgtingsmaður hevur sett hendan fyrispurningin:

Munnligur fyrispurningur til Hendrik Old landsstýrismann í samferðslumálum

1.Hvar í raðfestingini hjá landsstýrismanninum liggur dagføring av vandamikla vegateininum Laksá - Oyndarfjørður.

2.Hevur landsstýrismaðurin ítøkiligar ætlanir, um at breiðka vegin út á Hellur.

3.Kann landsstýrismaðurin upplýsa løgtinginum, hvat metti kostnaðurin er av dagføring og liðuggerð av nevndu vegateinum.

Viðmerkingar

Vegurin frá Laksá til Oyndarfjarðar er knappar 3 kilometrar til longdar. Ávísar broytingar og ábøtur eru framdar seinastu árini á hesum vegateini, sum avmongum framhaldandi verður mett at vera ein sera vandamikil leið.

Vegurin út á Hellur er smalur og ótíðarhóskandi.

Umstøðurnar eru góðar at breiðka nevndu vegir, fyri at bøta um trygdina og ferðsluna á staðnum.

Oyndarfjarðarvegurin er eitt tað truplasta vegastrekki í landinum at halda opið vegna kava á vetrartíð. Maskinurnar nýttar verða eru stórar og tungar og kunnu ikki nýtast á smølu ótíðarhóskandi vegunum í neðra. Tí er kavagravingin eisini ein avbjóðing, sum skundar undir at fáa framt neyðugar ábøtur.