Kári spyr Høgna um veiðiloyvir

Politikkur13-06-2017 - 23:44 - Jóanis Albert Nielsen

Kári P. Højgaard,

Løgtingsmaður

 

Fyrispurningur eftir Tingskipanini §52a

Fyrispurningur um lógligar/ólógligar veiðiloylvisflytingar 2016/2017, settur landsstýris-manninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

 

1.    Viðvíkjandi Helenu/Slættasberg

·         Metir landsstýrismaðurin at veiðiloyviosflytingarnar av Helenu KG 182 XPSD (línuskip) yvir á Slættaberg KG 652 OW2333 (uppisjóvarskip) í 2016 og 2017 vóru lógligar/ ólógligar?

·         Um svarið er ólógligar, hvørjar eru so ítøkiligu grundgevingarnar?

2.    Viðvíkjandi Ran/Phoenix og fleiri

·         Metir landsstýrismaðurin at veiðiloyvisflytingarnar av RAN, TN 1460 – XPKY í sept/ oktober eru lógligar/ólógligar?

·         Um svarið er lógligar, hvørjar eru so ítøkiligu grundgevingarnar?

 

Viðmerkingar:

Í niðurstøðuni hjá Løgtingsins Umboðsmanni (LUM-23- 14/00045, s. 32) verður víst til trý ymisk viðurskifti. Hesi eru, at:

1.    “talan er um tvey ymisk skipasløg, sum ikki kunnu samanlíknast, hvørki orkuliga ella hvat viðvíkur fiskireiðskapinum. (...) “2.

2.    “Eg eri ikki samd við Fiskimálaráðnum í, at fiskiorkan ikki økist, tá veiðiloyvi hjá línuskipi var flutt til eitt ídnaðarskip”

3.    “Sambært viðmerkingunum til ásetingina (§ 8) var ætlanin eftir mínum tykki greið, at møguligt skuldi vera at endurnýggja fiskiflotan (.....) Eins og eg meti, at flytingin av veiðiloyvum ikki var í tráð við endamálið í hesi áseting”

 

Tað framgongur ikki, um einstøku viðurskiftini hvør sær gera flytingarnar ólógligar ella hvat av viðurskiftunum, sum LUM vísir til, vigar tyngst, ella um talan er um eina samlaða metan hjá LUM. Landsstýrismaðurin hevur ikki gjørt greitt, hvat ítøkiliga í niðurstøðuni hjá LUM hann er samdur í. Um tað er tí:

 

1.    at talan er um tvey ymisk skipasløg, sum ikki kunnu samanlíknast, hvørki orkuliga ella hvat viðvíkur fiskireiðskapum.

2.    at fiskiorkan økist, ella

3.    at talan er um skeiva nýtslu av grein 8 (talan er ikki um endurnýggjan)

 

Eftirsum tað ikki greitt framgongur av nøkrum av tí, sum landsstýrismaðurin higartil hevur verið frammi við, verður hesin spurningur settur.

 

Á Løgtingi, tann 13. juni 2017

 

 

Kári P. Højgaard