Kári hevur sett Poul ein grein 52a fyrispurning

Politikkur19-02-2018 - 20:31 - Jóanis Albert Nielsen

1) Er grundarlagið fyri sølu og burðardyggum rakstri versnað av samtyktu broytingunum í matvørulógini, hjá einstaklingum og smærri fyritøkum, ið virka eftir løggilding frá Heilsufrøðiligu Starvstovuni.


2) Um tað er veruleikin, fer landsstýrismaðurin at taka stig til at veita teimum endurgjald, ið áður noyddust at gera stórar íløgur, um teir skuldu fáa løggilding frá almenna myndugleikanum, fyri at kunna fremja sítt virksemi.

Viðmerkingar


Broytingarnar, gjørdar vórðu í matvørulógini, hava óhepnar avleiðingar fyri smærri fyritøkur við góðskugóðkenning. Hesar hava gjørt stórar íløgur í hølir, útbúnað og góðkenda arbeiðsgongd, til tess at uppfylla treytirnar fyri at fáa fáa løggilding til sítt virksemi, frá Heilsufrøðiligu Starvstovuni.

Nú onnur kunnu bjóða seg fram og kunnu selja vøru sína uttan góðkenning, á einum frammanundan sera avmarkaðum heimamarknaði, gerst kappingin ójøvn. Tí er spurningurin, um grundarlag er fyri framhaldandi burðardyggum rakstri við løggilding, tá útboðið gerst størri og treytirnar ymiskar.

Kári P. Højgaard
løgtingsmaður