Mynd: Eyðun Høgnesen

Karelia hevur sett kós til Russlands

corona01-08-2020 - 20:05 - Jóanis Albert Nielsen
Umborð á russiska trolarinum Karelia er stórur partur av manningini sjúku av korona, tað bleiv staðfest eftir at ein av manningini var koyrdur á Klaksvíkar Sjúkrahús tann 23. juli tí hildið var. at hann hevði lungabruna.

Skjótt fóru fólk frá Klaksvíkar Sjúrkahúsið frá at viðgera hann sum sjúkling við lungabruna, men ein sum møguliga hevði korona. Russiski maðurin hevði eisini korona. Avgjørt var síðani at gera 30 kanningar umborð á russiska trolarinum Karelia, og tað vísti seg at 23 av teimum 30 høvdu korona.

Tann 25. juli loysti Karelia aftur, og fór til fiskiskap norðanfyri. 

Karelia er farin av feltinum aftur, og sambært Marinetraffic so hevur Karelia sett kós til Kaliningrad í Russlandi. Skipið er í løtuni útfyri Ålesund í Norra.