Mynd: Eyðun Høgnesen - Karelia lossar her í Ánunum.

KARELIA fiskar makrel í altjóða sjógvi norðanfyri

vinna28-07-2020 - 11:14 - Jóanis Nielsen

Nógv skip eru til makrelfiskiskap í altjóða sjógvi norðanfyri, tey flestu eru stødd á umleið 67N og 1V, harímillum er Korelia, har nógvir av manningini eru smittaðir við korona, hvussu støðan er umborð vita vit ikki.

Skipini hava fingið eitt sløð av makreli, har hava verið nógv íslendsk og russisk skip, eisini okkurt úr Norra og eisini okkurt úr Grønlandi - enn eru eingi føroysk skip farin til makrel fiskiskap.