Kappsigling á kollafirði

Mentan05-06-2018 - 12:45 - Jóanis Albert Nielsen
Bátafelagið í Kollafirði skipar fyri kappsigling á sundalagsstevnu, sum verður í Kollafirði í ár. Siglt verður umleið klokkan 9.00 leygardagin 9. juni.

Vit ætla, at teir sum fara at sigla, koma í bátahylin við bátunum fríggjadagin 8.juni, millum klokkan 18.00 og 21.00. Melda til, fáa eitt prát, og fyrireika okkum til siglingina dagin eftir. Hetta er kortini ikki eitt krav. Húsið hjá Bátafelagnum stendur opið.
Annars ber til at melda til, við at ringja 292423 ella 229555
Kostnaðurin fyri at vera við, er 100kr fyri hvønn bát. Peningurin fer til Bátafelagið.
Konto nummar 9181 1298498 ella 64601605471

Nú er nakað síðani siglt hevur verið og vit gleða okkum, at síggja hesa vøkru sjón. Annars eru reglurnar tær somu, sum vit kenna frá siglingunum, sum L.C. Eysturoy skipaði fyri, tó við tí broyting at siglingin er bara fyri føroyskar træbátar.
Seglið skal ikki vera størri enn 6,5m2 og allir luttakarar skulu vera í bjargingarvesti.
Aftan á siglingina, verða kaffi og pannukøkur at fáa, og nr 1,2 og 3 fáa steyp
Vit vóna at fáa vind í seglini aftur.
Kollafjaraða bátafelag.