Kappróðurin á stórskíggjum á Ólavsøku

ítróttur27-07-2020 - 14:31 - Jóanis Nielsen

 Róðrarsambandið fer aftur í ár at vísa FM-róðrarnar á ólavsøku á trimum stórskíggjum á havnarøkinum. Ein skíggi stendur við Bursatanga, ein viđ Faroe Ship og ein úti á Molanum í tíðarskeiðnum frá kl 13 til umleið 20 ólavsøkuaftan.


Um tað verður ov trongligt á góðu áskoðaraplássunum við Havnarvág, so er hetta eitt gott alternativ. Róðrarsambandið fíggjar tiltakið við lýsingum og til ber at stuðla RSF á tann hátt.