Kappríðingin í Vágum avlýst

ítróttur24-06-2018 - 12:12 - Jóanis Nielsen

 Kappríðingin, sum skuldi verða í Vágum í dag, er avlýst, tí at veðurlíkindini ikki eru til vildar, tað hevur verið nógv regn bæði í gjár og í nátt, so banin er alt ov bleytur.

Sagt verður, at ætlanin er at hava kappingina komandi vikuskiftið.