Kappríðing í Vágum - myndir

ítróttur02-07-2017 - 12:22 - Jóanis Nielsen

Kappríðing hevur í dag verið Niðri við Vatn í Vágum.

Várkappríðing í Vágum 2017

Til vár kappríðingina í Vágum vóru 23 ross tilmeldaði, har kappast var í fimm ymskum greinum/bólkum skeið 100 m., trav 250 m, tvíspor ung 250 m., tvíspor 2. flokkur 250 m. og tvíspor 1. flokkur 250 m.

Byrjað var við skeið, til skeið vóru fimm ross tilmeldaði, har tað endaði við at Sokkur við Jónu Ólavsdóttir vunnu, Brúni við Jóannes Debess av Oyrareingjum bleiv nummar 2 og Ísar við Kristfríð Dam Jacobsen úr Kollafirði blivu nummar 3.

Síðan var fari til trav, til trav vóru 5 ross tilmeldaði, har var tað Savoy við Eiler F. Joensen úr Miðvági sum vunnu, Kráka við Knút Lutzen úr Havn blivu nummar 2 og Óðinn við Marner Joensen úr Kollafirði blivu nummar 3.

Til tvíspor ung vóru 3 ross við í kappinigni, Teista við Vár Joensen úr Miðvági vann, síðan blivu Tobbi við Angeliku av Sondum úr Miðvági nummar 2 og Bliður við Bjarta Ingason Skorheim bleiv nummar 3.

Í tvíspor 2. flokk vóru 4 ross, har endaði tað við at Hnota við Siri S. Joensen av Toftum vann, síðan komu Pegasus við Anniku á Lofti sum nummar 2 og Brim við Gunn H. Persson bleiv nummar 3.

Í tvíspor 1. flokki, har tey skjótastu rossini kappast vóru 6 ross við í kappingini. Her gjørdi Hans Pauli Poulsen á Svannu bart, og vann síðsta rytti í kappingini móti Beintu G. Davidsen á Fúsa. Sostatt gjørdist Svanna við Hans Paula Poulsen úr Havn, vinnari av 1. flokki, nummar 2. bleiv Fùsi við Beintu G. Davidsen og nummar 3. bleiv Freyr við Bryndis Hjartardóttir.