Kappingar útsettar

ítróttur11-03-2020 - 07:18 - Jóanis Albert Nielsen

Tórshavn Open og Faroe Islands Open sum skuldu verða í døgunum 13-15 mars verða útsettar orsakað av corona-virus smittuvandanum. Henda avgerð er tikin í samsvar við § 8.03 í kappingarreglugerðini hjá WDF.

Eftir ráðum frá Landslæknanum og sambært vegleiðing frá Ítróttarsambandi Føroya verða Tórshavn Open og Faroe Islands Open ikki spældar sum ætlað.

Glasir hevur tikið loyvið til at hava kappingina í teirra hølum aftur, orsakað av smittuvandanum av, at luttakarar koma úr so nógvum londum. Hesa avgerð hevur Glasir tikið í samráð við Landslæknan.

Meðan vit síðsta samdøgrið hava leitað eftir øðrum møguligum hølum, eru tilmæli frá myndugleikunum herd, samstundis sum vegleiðing frá ÍSF ger, at vit ikki eru før fyri at halda hesar altjóða kappingarnar undir nøktandi umstøðum.

Vit hava eisini fingið ábendingar um, at tá ferðavegleiðingar allatíðina broytast, kunnu útlendsku leikararnir koma í ta støðu, at teir ikki sleppa av landinum eftir lokna kapping.

Dartsamband Føroya and Havnar Dartfelag samskifta í løtuni við WDF um nýggja dagfesting fyri kappingarnar.

Vit eru sjálvandi keddir av, at hesi boðini um útseting koma út so seint, men vit rokna eisini við, at tit skilja umstøðurnar, sum henda avgerð er tikin undir, nú myndugleikar broyta tilmæli og vegleiðingar frá degi til dags.

Hava tit konkretar spurningar ber til at venda sær til Dartsambandið ella Havnar Dartfelag.