Kapping um at framleiða ein stuttdokumentar til útvarp

Mentan02-11-2018 - 12:12 - Jóanis Albert Nielsen

Kringvarp Føroya hevur útskrivað kapping um at framleiða podcast til útvarp. Vinnarin fær 12.000 krónur og eitt klippiforrit.

Tey, ið brenna inni við einum góðum hugskoti til ein útvarpsdokumentar, hava nú møguleika at vísa sínar dygdir.

Kringvarp Føroya vil fegið liva upp til sína skyldu sum public service-stovnur og vil við nevndu kapping eggja fleiri at skriva og framleiða nýggjar stuttdokumentarar til útvarp. Sendingarnar, ið verða framleiddar til kappingina, kunnu soleiðis verða sendar sum podcast og eisini sum vanligar sendingar í útvarpinum.

Ein útvarpsdokumentarur kann lýsast sum ein søga frá veruleikanum fortald við einum ávísum sinnalagi. Hetta er søguforteljing, har lurtarin dugir at ímynda sær livandi myndir, tá lurtað verður. Hetta kann gerast við

at nýta m.a. ljóðmyndir, tónleik og talu.

Hervið lýsir Kringvarpið til kapping um at framleiða føroyskar stuttdokumentarar til útvarp.

SAMTÍÐ

Útvarpsdokumentararnir skulu vera soleiðis, at sum lidnar útvarpssendingar skulu teir geva lurtarum góðar søgur og upplivingar, sum eisini lýsa umstøður og kenslur í okkara samtíð. Harafturat skal útvarpsdokumentarur hugsast sum ljóðmynd, sum stuðlar upp undir huglagið í søguni.

TREYTIR

Útvarpsdokumentarurin skal vera ein stuttdokumentur til útvarp, sum er umleið 8-10 minuttir til longdar. Ljóðfílan við sendingini skal vera í WAW-formati og í MP3-formati. Ljóðfílurnar skulu sendast til KVF, og afturat ljóðfíluni skal sendast eitt handrit á føroyskum og eitt á enskum.

VIRÐISLØN

Latin verður ein virðisløn á 12.000 kr. til vinnandi stuttdokumentarin. Vinnarin fær eisini eitt tvey ára hald til klippingarforritið Hindeburg Journalist Pro.

GG: Dómsnevndin hevur rætt til ikki at lata virðislønina, um hon heldur, at teir innkomnu útvarpsdokumentararnir ikki eru virðislønarverdir.

DÓMSNEVND

Til at viðgera teir innsendu útvarpsdokumentararnar er ein dómsnevnd sett. Í dómsnevndini eru Tim Hinman (Third Ear, DK), Þorgerður E. Sigurðardóttir (RUV, ÍS) og Linda Mortansdóttir (FO).

FREIST OG ANNAÐ

Ljóðfílurnar og handritini til nýggjan føroyskan stuttdokumentar til útvarp skal latast Kringvarpinum á t-postadressu: kapping@kvf.fo í seinasta lagi 01. februar 2019 á midnátt.

Vit viðmæla www.wetransfer.fo ella líknandi forrit at senda ljóðfílurnar við, í fall tær fylla ov nógv at senda við vanligum t-posti.

Klippingarforrit. Um so er, at luttakarin hevur hug at royna klippingarforritiðHindenburg Journalist, kann forritiðroynast íeina avmarkaða tíðátríggjar mánaðir. Vinarliga send ein fyrispurning til t-postadressu: kapping@kvf.fo.