Kanningarnar á Glasi eru útsettar

corona24-09-2020 - 07:57 - Jóanis Albert Nielsen

Glasir: Øll á Glasi eru kannað fyri koronu einaferð. Koronakanningarnar sunnudagin og mánadagin hava staðfest tveir tilburðir av koronu á skúlanum. Landslæknin metir hetta greitt benda á, at smittan ikki er spjadd nógv á Glasi. Somuleiðis kann staðfestast, at Glasir ikki er smittukelda til hinar tilburðirnar, sum eru staðfestir í samfelagnum seinastu dagarnar.

Í gjár var onnur kanning gjørd av starvsfólkum og teimum næmingabólkum, sum vit – í samráð við landslæknan – hava raðfest fremst í samband við smittusporingina. Hesir umfata allar valflokkar og bólkar, sum onkusvegna kunnu setast í samband við smittutilburðirnar. Úrslitini av kanningum verða væntandi tøk í dag.

Landslæknin hevur mælt til, at hann fær úrslitini av dagsins kanningum, áðrenn endalig støða verður tikin til, um restin av hópinum á skúlanum skal kannast aðru ferð. Hesum taka læknafakligi bólkurin og Uttanríkis- og mentamálaráðið undir við. Í fyrsta umfari hevur hetta ta broyting við sær, at kanningarnar av restinin av næmingahópinum, sum skuldu gerast hósdagin, verða útsettar til fríggjadagin. Tá lanslæknin hevur mett um kanningarúrslitini, tekur hann støðu til, um kanningarnar verða framdar fríggjadagin ella ikki. Kunning um hetta verður send tykkum so skjótt avgerðin er tikin.

Hendan broyting hevur við sær, at øll eru heima og at undirvíst verður á TEAMS sambært tímatalvuni í morgin, hósdagin.