Kambur landar í Kollafirði

vinna13-06-2018 - 16:42 - Jóanis Nielsen

 Línuskipið Kambur hevur í dag landað í Kollafirði, tað er Barðið í Havn, sum tekur sær av at landa Kamb.

Kambur hevur roynt í føroyskum sjógvi, teir hava 80 tons, helmingurin er lonnga og hin helmingurin brosma, hýsa og toskur.

Kambur er frystilínuskip og frysta tískil fiskin umborð.