Kambur hevur gjørt ein góðan túr við Føroyar

vinna13-06-2019 - 10:35 - Jóanis Nielsen

 Línuskipið Kambur kom á Kollafjørð í gjárkvøldið, teir hava fiskað við Føroyar hendan túrin, Kambur hevur 180 tons av frystum fiski, sum teir hava fiskað í 22 dagar, tað gevur umleið 20.000 pund av rundum pr dag, so fiskiskapurin hevur verið góður.

Skiparin, Mortan Mortensen var vælnøgdur, tað eru umleið 200.000 pund í rundum, sum teir hava fiskað inni á grunnum, mitt um summari, tað er næstan óhoyrt.

Tað vóru 15 mans við Kambi hendan túrin.

Vit tóku myndirnar í gjárkvøldið.