Kambur er komin undan Íslandi

vinna10-05-2019 - 17:33 - Jóanis Nielsen

 Kambur, sum hevur fiskað við Ísland, kom á Kollafjørð seinnapartin í dag, teir hava 225 tons av frystum fiski, harafturat hava teir lannda 56 tons í Íslandi á hesum túrinum, so tilsamans hava teir fiskað góð 280 tons hendan túrin. Teir landa í Kollafirði mánadagin.

Kambur fór úr Føroyum 20 mars, teir hava havt 44 setur, eitt tíðarskeið - um páskirnar - vóru tvær vikur, har fiskiskapurin var smáligur, men annars hevur tað verið ok sigur skiparin á Kambi - Mortan Mortensen -við okkum á JN.fo.

Tað vóru 16 mans við Kambi hendan túrin.