Mynd: Eyðun Høgnesen.

Kallanes siglir inn við 5.000 pundum av makreli

vinna24-08-2019 - 14:28 - Jóanis Nielsen

 Kallanes siglir inn við 5.000 pundum av makreli sum teir hava fiskað á umleið 64N og 4V, veðrið gjørdist ólagaligt, tí valdu teir at koma inn.

Alt riggaði betri nú, men framvegis er okkurt ið skal fín stillast, segði reiðarin Finnbjørn Vang, tá ið vit fyri løtu síðan tosaðu við hann.

Kallanes fer væntandi avstað aftur í komandi viku.