Kallanes, Líðhamar, Líraberg og Norsøki avreiða í Miðvági

vinna06-11-2019 - 09:15 - Jóanis Nielsen

 Útróðrarbátarnir - Kallanes, Líðhamar, Líraberg og Norsøki - sum allir hava roynt í Vágahavinum í nátt, avreiða í Miðvági, teir hava millum 10.000 og 13.000 pund hvør.

Sagt verður frá góðum høgættarveðri, so helst verður nógvur útróður komandi dagarnar.