Kaj Leo: Landstýrismaðurin hevði verið uppsagdur uppá standandi fót

Politikkur24-11-2017 - 18:56 - Jóanis Albert Nielsen

Virðingin fyri løgtinginum er nú komin niður á eitt lægri støði enn nakrantíð, og er hetta fyrstu ferð í løgtingsins søgu at ein landstýrismaður hóttir løgtingið við at atkvøða fyri sínum lógaruppskoti.

Um ikki so fer landstýrismaðurin í fiskivinnumálum í streyku tann 1 Jan 2018 og leggur flotan, ella við øðrum orðum setur landsins virðir í vanda, um ein landstýrismaður á mínari vakt hevði hótt løgtingið uppá hendan mátan, so var hann uppsagdur uppá standandi fót, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen á Facebook.