Kaj Leo Holm Johannesen fær tilmæli um skipan av viðgerðartrygd í Føroyum handað

politikkur15-12-2019 - 12:10 - Jóanis Nielsen

Mánamorgunin fer ein arbeiðsbólkur at handa Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í Heilsumálum eitt tilmæli um skipan av viðgerðartrygd í Føroyum.

Í sambandi við handanina verður tíðindafundur í Heilsumálaráðnum.

Á tíðindafundinum fer Thomas Schiøler, formaður í arbeiðsbólkinum, at greiða frá høvuðsniðurstøðunum í tilmælinum, áðrenn tað verður handað landsstýrismanninum.

Handanin verður mánamorgunin, hin 16. desember kl. 10:00 í Heilsumálaráðnum, Eiragarður 2