Kærleikskúlan minnir okkum á, hvussu týdningarmikil sambond eru

04-12-2018 - 17:07 - Jóanis Albert Nielsen

Í morgun var ársins Kærleikskúlan hjá Dugna avdúkað. í ár er tað Ole Wich, listamaður, ið hevur myndprýtt Kærleikskúluna. í sambandi við hátíðarhaldið helt løgmaður Aksel V. Johannesen røðu, sum kann lesast niðanfyri:

Góðan morgun øll somul

Eg ynski at takka Dugna fyri at verða boðin at halda røðu til hesa hátíðarløtu. Tað er hugaligt at byrja jólamánaðin við hesum afturvendandi tátti, sum nú hevur 10 ár á baki. Vit eru øll spent upp á at hoyra listafólkið, sum hevur prýtt kúluna og at fáa at vita, hvør virðilig fyrimynd fær ársins fyrstu kærleikskúlu.

Tað er vakurt at síggja, hvussu ymsu kærleikskúlurnar mynda heimini. Serliga nú, tá ið kúlurnar eru fleiri og hanga saman. Tá koma listafólkini, sum hava prýtt tær, ordiliga til sín rætt.

Rundar sum jørðin hanga kúlurnar í snjóhvítum silkibandi, klæddar við serstøkum listarligum framburðum, sum nerta við kærleikans mongu brigdi. Tær vísa okkum, at kærleikin umfevnir allan heimin og litar alt lívið.

Skulu vit verða eitt sindur filosofisk um kærleikshugtakið, so segði kvinnuligi írski ritøvundurin, Iris Murdoch, nakað soleiðis: “Kærleiki er at ásanna, at nakað annað enn ein sjálvur er veruligt.”

Við øðrum orðum merkir tað, at kærleikin ger okkum minni sjálvsøkin, tí hann flytur okkara uppmerksemi frá okkum sjálvum til eitt annað menniskja. Hetta ger eisini, at kærleikin fær ikki verið til einsamallur, men verður til í samveru við onnur. Foreldur kenna hetta, tá ið tey merkja treytaleysa kærleikan til nýborna barnið og totala uppmerksemið, sum barnið krevur.

Venda vit aftur til kærleikskúluna, so er hon eisini sárbær. Hon er gjørd úr tunnum glasi, og kann lættliga brotna, ansa vit ikki eftir. Á sama hátt kunnu sambond millum menniskju og mannalagnur lættliga brotna, um vit ikki eru ansin um okkara medmenniskju og tað, sum hendir rundan um okkum.

Tá kann líkasælan fáa ræðið á okkum. Og er tað nakað, sum køvir kærleikan, er tað líkasælan. Líkasælan við onnur, við samfelagið og við okkum sjálvi.

Her minnir kærleikskúlan okkum á, hvussu týdningarmikil sambond eru. Hvussu týdningarmikið tað er, at vit eru góð við hvønn annan, hjálpa hvørjum øðrum, og gloyma okkara egna persón.

Grundleggjandi minnir kærleikskúlan okkum á, hvussu serstøk øll menniskju eru. Tí íborin hvørjum barni eru evnini at elska, at skapa og at knýta sambond. Hesi evni fylgja okkum alt lívið. Og vit hava ein grundleggjandi tørv á at nýta hesi evni í samveru við onnur.

Tað er gott og neyðugt, at Dugni við kærleikskúluni árliga minnir okkum á hetta. Dugni hjálpir menniskjum at skapa sær eina virkna tilveru saman við øðrum.

Eyðmjúk og við kærleika møta tit menniskjum, har tey eru. Hjá summum eru avbjóðingarnar størri enn hjá øðrum, men tit geva ikki upp. Tit eru tolin og treisk, og halda á fram at hjálpa. Tí, sum tit siga í tykkara missión: “Øll hava rætt til útbúgving og arbeiði”.

Góðu áhoyrarar, nú gleða vit okkum til, at kærleikskúlan fyri 2018 verður avdúkað.

Eg skal at enda takka Dugna, næmingum og øllum teimum, sum hava sína dagligu gongd á Dugna, fyri tykkara megnar arbeiði. Og fyri, at tit áhaldandi gera okkum varug við, at tað er okkara skylda sum samfelag at arbeiða fyri, at øll kunnu fáa eitt virkið og skapandi lív.

Kjarnin í samfelagnum er menniskjuni. Og tað, sum ger okkum til eitt menniskjaligt samfelag er, at vit megna at arbeiða fyri øðrum enn okkum sjálvum, og royna at fáa øll við, eisini komandi ættarlið.

Takk fyri at tit lýddu á.