Jupiter skal landa til Havsbrún

vinna21-06-2018 - 10:20 - Jóanis Nielsen

 Jupiter kemur á Fuglafjørð nú áðrenn middag, teir hava roynt norðast í føroyskum sjógvi eftir svartkjafti,  tað hevur  verið smáligt fiskarí, onkur helt fyri, at nú fiskaðu teir bara í landskassan, alt annað gav reyð tøl - so spurningurin er hvussu leingi fólkið tímir tað.

Jupiter hevur uml. 1.250 tons, teir hava fiskað í eina viku.

Veiðan er boðin út á Fiskamarknaðinum, men tað er sum kunnugt bara tann eini keyparin - Havsbrún.

Skip á søluni 21-06-2018 Kl. 09:00

Bátur/skip(Boat)

Avr. havn

VBAvr. dagur

Kg

Kr/Kg

Kr íalt


JUPITER - ( FD 42 )FUGLAFJ. HAVN (HAVSBRÚN)14-06-201821-06-2018

1.235.000

1,48

1.821.625,00


Í alt fyri hesa sølu1.235.0001,48

1.821.625,00