Jupiter skal landa í Norra og Høgaberg í Danmark

vinna17-04-2019 - 16:09 - Jóanis Nielsen

 Jupiter hevur fingið loyvi at landa svartkjaft í Norra og Høgaberg hevur fingið loyvi at landa í Skagen.

Jupiter verður í Husoy í Norra tíðliga í morgin, teir hava 2.280 tons av svartkjafti og rokna við, at liðugt verður at landa seint skíriskvøld, soleiðis at teir verða á feltinum aftur leygarmorgunin. Jupiter fær kkr. 2.14 fyri kilo í Norra, talan er um føroyskar krónur, segði skiparin Emil Petersen fyri løtu síðan við okkum á JN.fo.

Høgaberg siglir til Skagen, teir verða í Skagen langafríggjamorgun, teir rokna við at tað tekur allan fríggjadagin at landa tey 2.000 tonnsini teir hava inni, so skuldu teir klára at verið aftur á svartkjaftafeltinum mánamorgunin. Jógvan Olsen skiparin segði fyri løtu síðan, at teir fáa kr. 2,00 fyri kilo í Skagen.

Vit hava frætt í dag, at landsstýrið arbeiðir við eini kunngerð, soleiðis at tað verður lættari at sleppa at landa uttanfyri Føroyar, tá ið tað verður brúk fyri tí.