Jupiter sett kós á svartkjaftafeltið

Vinna18-05-2020 - 23:44 - Jóanis Albert Nielsen
Northwest Pelagic í Kollafirði yvirtók í dag Jupiter frá Varðanum í Gøtu, søluprísurin liggur um 40 milliónir krónur.

Jupiter loysti um 21:30 tíðina í kvøld, og setti kós á svartkjaftafeltið eystanfyri. Jupiter fekk í dag útskrivað loyvi at fiskað av felagskvotuni, tó við hámarki á 3.000 tons.