Mynd: Reidar Simonsen.

Jupiter landar til Pelagos

vinna07-11-2017 - 08:43 - Jóanis Nielsen

 Jupiter kom á Fuglafjørð í nátt við 1.100 tonsum av sild, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði, Jupiter sleppir framat, tá í Nýborg er liðug at landa.

Vit á JN.fo tosaðu umborð í gjárkvøldið, Jupiter hevur roynt bæði í føroyskum og í altjóða sjógvi norðanfyri, teir gjørdu trý tov, støddin á sildini liggur um 390-395 gramm.

Fleiri av sildaskipunum fara at goyma part av sildakvotuni til komandi ár, tað er eisini ætlanin hjá Jupiter.