Jupiter landar til Havsbrún í kvøld

vinna21-05-2019 - 20:47 - Jóanis Nielsen

 Jupiter kemur á Fuglafjørð í kvøld við 900 tonsum av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún, teir sleppa at landa beinanvegin teir koma inn nú kl. 9.

Í morgin skulu teir skifta onkra trolútgerð, tá ið tað er fingið frá hondum, tá verður farið nýggjan túr, tað sigur Emil Petersen skipari á Jupiter.