Jupiter landar svartkjaft í Fuglafirði

vinna11-07-2017 - 10:33 - Jóanis Nielsen

 Jupiter kom á Fuglafjørð í morgun við 2.000 tonsum av svartkjafti, sum teir hava fiskað norður ímóti altjóða markinum. 

Jupiter hevur nú fiskað alla svartkjaftakvotuna, teir fara nú á makrelveiðu.

Íslendska skipið Børkur, okkurt russiskt skip og Norðingur royna eftir svartkjafti norðast í føroyskum sjógvi.